Drívur døgg um døkka grund Dimmist millum fanna Oman fyri eikilund Hongur silvurkanna Náttin hylir hørg og hól Teskar undir lyngi Fýra nætur fyri jól Dansa frýr í ringi Fyrsta reyð og onnur blá Triðja grøn við brota Fjórða hvít við gulli á Hon ber gyltan sprota Oman fyri eikilund Hongur silvurkanna Skínur yvir alla grund Dansa lítla Anna