Í Gøtu ein dag Í Gøtu ein dag Har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð Tað skramblar sum heglingsæl, luftin var klár Tað ýlur av stormi, tó ei rørdist hár Klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff Øll Gøta var paff Øll Gøta var paff Ei undur var í Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð Lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast At Trølkonufingur í liðinum brast Og Kellingin datt, hon stóð har so trygt Og Risin fekk gikt Og Risin fekk gikt Nú vaknaði við Hin gamli í gjónni og royndi eitt stig Men tungur var bulur og beinini veik Tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik? Hann gandaði Geyta í grøvini lá So Geyti stóð hjá So Geyti stóð hjá Teir heilsaðust so Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt Eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt Um tingið er sett og um menn lata skatt Meg lysti at frætt Meg lysti at frætt Tað gekk so ein tíð Og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók Um Sigmund og teg og um kalvan teg tók Í gandi hvør maður í Føroyum er nú Nógv betur enn tú Nógv betur enn tú Teir sigla í logn Teir rógva og hava ei árar í ogn Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág Úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá Hin rómarski pávin lá deyður ein dag Brátt vistu teir tað Brátt vistu teir tað Men fólkið er smátt Og kvinnurnar detta um miðjuna brátt Á høvdinum bera tær fjarðar og gras Og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las Á monnum er pannan so høg, at eg sá Hana aftanífrá Hana aftanífrá Og alt letur skatt Og mjøður er bannaður jú tað er satt Tað mesta av jørðini fór undir kong Tá suffaði Tróndur: So aftur í song! Men sig hvat ger tingið, nú statt ei og bín! Jú, teir selja grýn! Jú, teir selja grýn!