Skalli undir fjalli byr garpar til hann ríða: Táð var honum til eydnu lagað hann átti dóttur fríða. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Eirikur gongur frá strondum niðan ein vid ongar sveinar Hann sær frúgv við akur sita talar við hana eina. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Tað var mær til eydnu lagad eg skuldi akur goyma Siti eg úti árla og síðla eg kann ikki vánir gloyma Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Eg vi teg við sømdir fá ást og góðan vilja fagra teg so til hallar heim og teg frá vánum skilja Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Risin gongur frá srtondum niðan ein við ongar sveinar hann sær frúgv við akur sita talar við hana eina. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Kjaftur hans er ógviligur nasarnar tær eru langar So eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Tá ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæði Rív upp á teg bjørkuvid, tad javnt við jørðina dragi! Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Navn hevur tú av neyðum fingið so tíni klæði skorin Tað er ikki á tínari ævi tú hevur tað tílíkt borið! Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.